Vestanfyri Havnina sæst ein stórur varði, sum dagar undan sýnuni á 222 m høga fjallinum Fjallið og liggur millum Kirkjubøreyn (351 m) og Húsareyn (345 m). Varðin nevnist Vesturvarði.
Hvussu gamal hesin varði er, vita vit ikki, men í øllum førum, er hann frá áðrenn ár 1900, tí hann er vístur á teimum fyrstu máliborðsbløðunum, sum eru uppmáld í 1895-1896.
At varðin nevnist Vesturvarði er ikki so undarligt – hann stendur jú vestanfyri Havnina. Men hvar skalt tú verða staddur í Havnini, fyri at síggja Vesturvarða í beinan vestan?
Breiddarstigið á Vesturvarða er 62˚00,58’ N í WGS84. Hetta sama breiddarstig rakar Havnar kirkju, so um tú ert staddur har og hyggur eftir Vesturvarða, hyggir tú í beinan vestan.
Somuleiðis kann sigast, at um tú ert við Vesturvarða og hyggur eftir Havnar kirkju, hyggur tú í beinan eystan.
Hví Havnar kirkja so ikki vendir móti Vesturvarða, er ein annar spurningur.